Frants Jensen
Eg vil greitt afturvísa øllum ákærunum. Tann gløggi lesarin dugir helst skjótt at síggja, at ikki kann vera nógv hald í skuldsetingunum, tí sjálvt yvirskriftin á greinini ”Ikki fyrimunur at vera reinur kristiligur flokkur” ber boð um, at Trúboðin ikki er partapolitiskur. Trúboðin er heldur ikki nakað annað av tí, sum skuldsetingarnar ljóða uppá. Tann, ið ikki kennir blaðið frammanundan, kann lesa tað og fáa sjón fyri søgn.