Upprunaliga varð aðalfundurin ásettur at verða 2. mai, men orsakað av korunufarsóttini er fundurin útsettur til 20. juni. Á skránni er eitt nú nevndarval, og tveir nevndarlimir skulu veljast. Tey, sum standa fyri vali, eru Andrea á Rípuni, næstforkvinna í Føroya Lærarafelag og próvfyrisitari á Próvstovuni, og Tórhallur við Gil, nevndarlimur og lærari í Runavíkar kommunuskúla. Tey stilla bæði uppaftur. Umframt Andreu og Tórhall stillar Jákup av Skarði, fyrstilærari í Nólsoyar skúla, upp til nevndarvalið.
Hetta skrivar Skúlablaðið.
Í verandi nevnd eru Jacob Eli S. Olsen formaður, Andrea á Rípuni næstforkvinna, Jona Højsted kassameistari, Carl Eli Nolsøe Samuelsen skrivari, og Tórhallur við Gil nevndarlimur, skrivar skulabladid.fo.
.