Tríati ára starvsdagur

Í dag hevur Sára Olsen í Klaksvík starvast í 30 ár hjá Skipafelagnum Føroyar.

Hon er dóttir Monu og Jákup Fredrik Isaksen. Í 1965 giftist hon við Knút og eiga tey tríggjar døtur.
Sára er eitt arbeiðsgrev og tá arbeiðsdagurin byrjar, hevur hon longu fingið nógv frá hondini.
Hon er eitt álitisfólk, fyrikomandi og er vælumtókt millum starvsfelagar og viðskiftafólk.
Fyri teimum, sum líða neyð hevur Sára stórt hjartalag, og tað eru ikki so fá pløgg, hon hevur havt á hondum, áðrenn tey verða send av landinum.