Hevur tú hug at taka lut í kjakinum um andalig evni, at svara spurningum og seta spurningar aftur? Við hesi innbjóðingini verður nú skipað fyri einum serligum skúla í trúarverju í Havn og Eysturoy hetta komandi árið.
Tað er Føroya-deildin hjá kristna missiónsfelagsskapinum Operation Mobilisation (stytt: OM) sum stendur aftanfyri skúlan. Ynskið er at upplæra fólk og geva teimum atgongd til tilfar, og geva teimum venjing, sum kann gera tey før at standa ímóti og svara fyri seg, tá Bíblian er fyri álopi.
Longu nú er greitt, at fleiri lærarar verða við skúlan, sum eftir ætlan byrjar vikuskiftið 20. til 22. mars. Lærarar verða millum aðrar Símun Absalonsen, Ejvind Mouritsen, Jógvan Zachariasen, Heðin Lamhauge, Høgni Johannesen og Dánjal Petersen.
Meiri fæst at vita um skúlan í trúarverju á heimasíðuni hjá OM -www.om.fo. Luttøkugjaldið er 200 krónur.