Trý aliloyvir endurnýggjað

Trý aliloyvir eru endurnýggjað fyri tey næstu 12 árini. Talan er um loyvir hjá Bakkafrost og Marine Harvest.

 

Tað boðar Heilsufrøðiliga Starvsstova frá í dag.

 

Talan er um eitt loyvi hjá Bakkafrost. Tað er loyvi, ið umfatar aling í feskvatni á smoltstøðini á Húsum, ið hoyrir til alifjørðin Haraldsund Suður.

 

Talan er um tvey loyvir hjá Marine Harvest. Talan er um loyvini at ala ávikavist á Oyndarfirði og á Sandsvág.

 

Loyvið hjá Bakkafrost gongur út í februar 2029 og loyvini hjá Marine Harvest eru galdandi til apríl 2029.