Búskaparráðið hevur fyrr í ár lagt fram frágreiðing um millumkommunala javning. Har sæst at Tórshavnar kommuna skal rinda 50 mió kr. til hinar kommunurnar.
Hetta svarar til áleið 2% av skattinum hjá borgarum í Tórshavnar kommunu. Skal hetta koma uppá tal skal slakast í tænastuveitingum og ætlaðum íløgum. Hetta kemur at útskjóta ætlaða bygging av ellisheimi, musikkskúla, fólkaskúlum, vegum og kloakkum o.ø.
Framburðurin og trivnaðurin í Tórshavnar kommunu skal svíða fyri at peningurin verður fluttar aðrastaðni. Hetta merkir í roynd og veru at Tórshavnar kommuna og borgarar tess fáa ein eykaskatt á 2%.
Feløg og stovnar, sum Føroya Banki, Eik, tryggingarfeløgini, Statoil og Shell, ið skapa landsfevnandi inntøkur, hóast høvuðssætið er í Havn, verða inntøkujavnað út um alt landið. Sama kann ikki sigast um eitt nú Havsbrún, fiskavirkir, útgerðarfeløg o.o., hóast vit øll eiga landgrunnin.
Um matfeingið – naturaliubúskapurin – uttanfyri Tórshavnar kommunu framhaldandi skal ganga fríur og enntá haldast upp móti tænastustøðinum í høvðusstaðarkommununi, har fólk eru noydd til at keypa alt, ja so verður torført at halda politiskar ætlanir og leggja karmar um ætlaðar íløgur.
Er tað hetta, ið landspolitikarar vilja? Hvat sigur vinnulívið? Og hvat sigur borgarin í Tórshavnar kommunu? Eg vil ikki hetta.
Eg vil steðga hesari ábyrgdarleysu tilgongd.
Tá landið fer at leggja lógarbundnar uppgávur sum skúlar og eldraøkið til kommunurnar at umsita og pengar fylgja við, eri eg fyri millumkommunalari javning av hesum peningum, men eg eri ikki fyri javning í verandi kommunubúskapi, sum vit hava haft ábyrgd av í meira enn hundað ár.
Við tínari atkvøðu haldi eg kósina.