Toyota var mest seldi bilur í fjør

Føroyingum dámar væl japanska bilmerkið, ið so ofta hevur verið mest selda bilmerki í Føroyum.

 

Aftur í fjør var Toyota mest seldi bilur í Føroyum. Tað sæst í uppgerðini hjá Akstovuni, sum hevur gjørt støðuna upp um ársskiftið.

Toyota er á odda við 254 seldum bilum. Volkswagen er á øðrum plássi við 236, og Ford er á triðja plássi við 214 bilum.

Topp 10 listin fyri 2022 sær soleiðis út:

TOYOTA 254

VOLKSWAGEN 236

FORD 214

VOLVO 171

HYUNDAI 167

KIA 138

MERCEDES-BENZ 134

RENAULT 81

AUDI 78

CITROEN 71

Og topp 10 listin fyri desember mánað var hesin:

MERCEDES-BENZ 20

VOLKSWAGEN 18

HYUNDAI 14

IVECO BUS 14

TOYOTA 13

VOLVO 12

AUDI 11

FORD 11

MG 7

NISSAN 5