General Motors hava selt ein stóran part av partabrøvunum í Subaru bilverksmiðjuni Fuji Heavy Industries Ltd til Toyota, sum nú eigur meirilutan í Subaru. Hetta hevur við sær at nýggi samstarvsfelagin hjá Subaru verður Toyota, og samstarvið við GM nokk fer at halda uppat.
GM eigur svensku Saab verksmiðjuna, og í m.a. USA eru fleiri av Saab-modellunum Subaru bilar við Saab búmerkjum, sum t.d. Saab 9-2, sum er ein Subaru Impreza.
Toyota hava ætlanir um at keypa enn fleiri partabrøv í Subaru á fría marknaðinum.
Hvørjar ætlanir Toyota hava við Subaru er ikki heilt greitt.
Myndatekstur:
1.
Toyota hava keypt meirlutan av partabrøvunum í Subaru
2.
Subaru Impreza verður eisini gjørdur sum Saab 9-2