Toyota seldi mest í juni

Men Kia er mest seldi bilur í ár

Í juni í ár hevur Toyota selt flest nýggjar bilar – 34 nýggjar bilar varð tað til hendan mánaðin.

 

Tað vísa hagtølini hjá Akstovuni fyri fyrra hálvár í ár.

 

Næstur á listanum í juni er Volvo við 30 bilum og Kia á triða plássið við 28 bilum.

 

Kia er tó tann bilur, sum mest er selt av í Føroyum fyrra hálvár í ár. Higartil eru seldir 168 Kia. Toyoyta er næst við 148, meðan Volkswagen er á triðplássi við 137.

 

##med2##

 

##med3##

 

Talvan vísir, hvussu nógv akfør eru skrásett í Føroyum fyrra hálvár í ár

Talvan vísir, hvussu nógv akfør eru seld í juni mánaði í ár