Toyota SeaCruiser legði at í Vágsbotni

Tey flestu kenna nokk Toyota LandCruiser, men í gjár sóu fólk á Argjum, og tey sum gingu sær ein túr í Vágsbotni, ein Toyota SeaCruiser sigla á sjónum.

Fíggjamorginum vóru nógv fólk savnaði við bátahylin á Argjum, fyri at síggja ein Toyota SeaCruiser koyra á sjógv og sigla yvir í Vágsbotn.

Bilurin er gjørdur sum liður í útbúgvingini hjá bilmekanikarunum á Tekniska Skúla í Havn, í fakinum "yrkislærugreinar", ið fevnir um motorar, transmissiónir, el, róðurgreiðir, karossarí, sveising, hydraulik og bremsur.

Næmingarnir, sum ganga á fyrsta skúlaári, hava sjálvir konstruerað bilin og Beinir Hansen, lærari á bildeildini, hevur staðið fyri verkætlanini.

Umleið hálvan tíma eftir at bilurin var flotaður í bátahylinum á Argjum, legði hann at í Vágsbotni. Tveir mans vóru í bilinum, og túrurin gekk av tí allar besta.

Tilsamans hevur bilurin tríggjar motorar, umframt dieselmotorin frammam hevur SeaCruisarin tveir Ford Fiesta bensinmotorar við hvør sínari skrúvu og róðrum aftan. Eisini hevur hann tvey paralell róður.

Hetta er ikki bara til stuttleika. Tað liggja nøkur disiplin í hesum, sigur Egon Øregaard, skúlastjóri á Tekniska Skúla í Havn. Hann sigur, at tey hava fylgt lesiætlan og kunngerðum, men hava bara gjørt tað upp á ein øðrvísi máta, og næmingarnir hava verið ótrúliga motiveraðir fyri hesi uppgávuni.