Toyota RAV4 kemur skjótt sum hybridbilur. Toyota almannakunngjørdi fyrr í ár tíðindini um, at ein nýggj útgáva av rúmliga RAV4, sum fekk heimspremieru á »2015 New York International Auto Show« í apríl, fyri fyrstu ferð nakrantíð fer at fáast við hybridtøkni.
Soleiðis fær Toyota enn ein bil afturat síni eftir hondini stóru røð av bilum við hybridtøkni. Her kunnu vit velja í millum fimm ymsar hybrid-útgávur so sum Yaris, Auris, Auris Touring Sports, Prius og sjey-setur Prius+.
Fjórða og nýggjasta ættarliðið av RAV4 sá dagsins ljós í 2013, og sølan av RAV4 her um leiðir er síðani meir enn tvífaldað.
Tað ljóðar, at hybrid RAV4 fer at fáast í Norðurlondum fyrst í komandi ári.










