Toyota Prius II - Ársins bilur í Evropa 2005

Ein dómsnevnd samansett av 58 motorjournalistum í Evropa hava kosið Toyota Prius II til Ársins bil í Evropa 2005. Prius er einum av heimsins mest framkomnu og umhvørvisvinarligu bilum

Oman á allan heiðurin hybridbilurin Toyota Prius hevur fingið síðan hann kom til Evropa fyrr i ár, er hann nú eisini kosin "Ársins bilur í Evropa 2005" av eini dómsnevnd hjá "European Car of the Year".

Millum teir sjey bilarnar ið komu í finaluna, fekk Toyota Prius II heili 406 stig og vann sostatt ein greiðan sigur.

Toyota Prius er heimsins fyrsti hópframleiddi hybridbilur, ið verður drivin av tveimum ymiskum motorum ? einum bensin- og einum el-motori.

Battaríini geva streym til el-motorin og verða lødd upp av bensinmotorinum.

Hybridkonseptið virkar soleiðis, at bensinmotorurin og el-motorurin supplera hvønn annan og syrgja fyri at bilurin altíð koyrir optimalt, bæði hvat kraft, økonomi og umhvørvisvernd viðvíkur.

Í tíðindaskrivi frá Toyota verður sagt, at heiðurin er ein varði á vegnum til at góðkenna hybridtøknina sum "vanliga" tøkni í framtíðini.

Við skipanini "Toyota Hybrid Synergy Drive" gongur Toyota nýggjar leiðir við at skapa tann ulimativa ECO-bilin.

Toyota er av tí fatan, at hybridtøknin er eitt tað mest realistiska boðið uppá ein optimalan umhvørvisvinarligan familjubil.

Myndatekstur:

Toyota Prius II er kosin "Ársins bilur í Evropa 2005". Toyota er av tí fatan, at hybridtøknin er eitt tað mest realistiska boðið uppá ein optimalan umhvørvisvinarligan familjubil.