Toyota og PSA felags um kekkiskan bil

Toyota og PSA (Citroën og Peugeot) hava gjørt eina íløgu upp á 10 milliardir krónur í eina felags bilverksmiðju í Kekkia, ið hevur kapasitet til at framleiða 300.000 bilar árliga. Bilarnir verða frumsýndir á Genéve Motorshow í mars

Tað er við stórum spenningi at bíða verður eftir hesum bilum við fronskum designi, japanskum samlikvaliteti og (vónandi) til kekkiskar prísir.

Toyota bilurin fær navnið Aygo, ið merkir "I go", Citroën bilurin verður teirra minsti og fær tí navnið C1, meðan Peugeot bilurin kemur at eita 107 og verður ivaleyst avloysarin fyri Peugeot 106.

Hóast bilarnir verða gjørdir á sama samlibandi, verða teir ikki heilt eins at síggja til. Allir hava teir hvør síni sereyðkenni.

Tveir ymiskir sera framkomnir og orkusparandi motorar verða at velja í millum: 1,0 bensin og 1,4 diesel.

Til støddar verða bilarnir umleið 340 cm langir, 163 cm breiðir og 147 cm høgir. Tað vil siga, at teir verða minni enn t.d. Toyota Yaris.

Allir tríggir bilarnir verða gjørdir á eini felags verksmiðju í Kolin, 40 km eystan fyri kekkiska høvuðsstaðin Prag.

Verksmiðjan kostaði 10 milliardir krónur at byggja. Har arbeiða 3.000 fólk, sum kunnu framleiða 300.000 bilar árliga.

Bilarnir verða frumsýndir á Genéve Motorshow í mars 2005, og fyrstu bilarnir kunnu royndarkoyrast í apríl. Prísin vita vit tó einki um enn.