Toyota á odda

Hagtølini hjá Akstovuni vísa at sølan av nýggjum persónbilum stendur í stað í mun til fyrsta ársfjórðing í fjør.

Nú fyrsti ársfjórðingurin er farin av 2011, vísa hagtølini, at sølan av nýggjum persónbilum stendur í stað í mun til fyrsta ársfjórðing í fjør. Í ár vórðu seldir 167 persónbilar í mun til 169 í fjør. Sølan av vørubilum er ikki stór, men hon er tó vaksin við 35 prosentum úr 17 upp í 23 bilar.


Sambært hagtølunum er Toyota er mest selda bilmerki higartil í ár við 48 bilum, Citroën er nummar tvey við 26 bilum og Ford er nummar trý við 20 bilum. Samlaði vøksturin av nýggjum akførum er 5,6 prosent.