Toyota mest seldi bilur í fjør

Í fjør eydnaðist aftur Reyni Service og Toyota at blíva mest seldi bilur í Føroyum.

Í fjør eydnaðist aftur Reyni Service og Toyota at blíva mest seldi bilur í Føroyum.

 

Tað er lítið nýtt í tí, at Toyta er ein vælumtóktur bilur. Hann hevur so mangan havt fremsta plássið sum mest seldi bilur.  Kortini varð hann yvirhálaður av Citroen í 2012 og aftur í fjør.

 

Citroen hevur havt eina javna framgongd seinastu árini, men í fjør vann Toyota seg framumaftur.

 

Tíggju teir mest seldu bilarnir í fjør vóru hesi:

 

1. TOYOTA 310

2. CITROEN 292

3. FORD 215

4. NISSAN 157

5. MITSUBISHI 106

6. VOLVO 93

7. PEUGEOT 91

8. SUZUKI 91

9. MERCEDES-BENZ 89

10. KIA 81