Japanska bilverksmiðjan Toyota vil nú sleppa at hyggja at 6,5 milliónum bilum, sum fyritøkan hevur selt kring allan heimin, men sum vísa seg at hava fimm ymiskar trupulleikar.
Talan er um bilar av modellunum Yaris, Urban Cruiser, RAV4 og Hilux.
3,5 milliónir bilar verða kallaðir aftur, tí brek er við spiralkaðalinum til airbagskipanina hjá bilføraranum. Sambært BBC kann skipanin fáa skaða, tá bilurin snarar, og avleiðingin kann verða, at skipanin als ikki virkar í sambandi við samanstoyt.
Aðrir trupulleikar, sum Toyota vil sleppa at rætta, hava samband við eitt nú viskararnar, róðrið og tendringina.
Toyota sigur, at 825.000 av bilunum eru í Evropa.