Jarðskjálvtin og flóðaldan í Japan tann 11. mars raktu bilverksmiðjuna Toyota sera meint, tí nógvir undirveitarar lógu stillir eina tíð. Nú hevur leiðslan í Toyota kunngjørt, at bilframleiðslan hjá fyritøkuni minkaði heili 62,7 prosent í síðsta mánað.
Verksmiðjan gjørdi 129.491 bilar í mars, og tað er tann vánaligasti mánaðurin síðani 1986.
Men Toyota var ikki tann einasta japanska bilverksmiðjan, sum varð rakt av jarðskjálvtanum og flóðalduni. Honda Motor Co. kunngjørdi í dag, at teirra verksmiðjur hava bara hálva framleiðsluorku, og at meiri ferð kemur ikki á fyrr enn síðst í juni.










