Toyota Corolla 2002 ? alt er nýtt uttan navnið

Toyota Corolla, ið eru ein av heimsins mest seldu bilum, koma nú á marknaðin við eini heilt nýggjari røð av ymiskum modellum. Har eru hatchback, stationcar og Verso, tó er óvist nær sedan útgávan kemur hendan vegin

Toyota hava stórar ætlanir við nýggja Corolla, og eftir teimum góðu ummælunum, teir fáa í útlendskum bilmagasinum, er onki at ivast í, at bilurin verður ein "succes". Nógv er gjørt burturúr at halda kvalitetin á bilinum á so høgum støði sum gjørligt. Hetta merkist serliga innan, har til dømis tilfarið í instrumentborðinum er bleytari, og lítið er brúkt av hørðum plastikki. Við tað at aksulfrástøðan er størri á øllum útgávunum, er meira beinpláss til tey ferðandi á baksetrunum.
Elektriska servostýring
Eins og fleiri aðrir nýggir bilar hava allar útgávurnar elektriska servostýring. Allar útgávurnar hava eisini originalt radio við fløguspælara sum standard. Bilurin er sera lættur og ljóðleysur at koyra, eisini dieselmotorurin larmar lítið. Tríggir VVTi bensinmotorar eru at velja ímillum: 1,4 litur við 97 hk, 1,6 litur við110 hk og T-Sport við 192 hk. Dieselmotorurin er 2.0 við 90 hk.
Framsýning hjá Reyni Service
Corolla koma sum hatchback við 3 og 5 hurðum, stationcar, ið er 20 cm longri og MPV bilurin Verso. Óvist er nær Corolla sedan, ið verða gjørdir í Turkalandi, verða her. Designið er smart og alt er gjørt fyri at tekkjast evropeisku keyparunum. Í sambandi við at nýggja Corolla røðin er komin til landið, verða teir sýndir fram hjá Reyni Service frá mikudegnum til fríggjadagin frá kl. 8-17 og leygardagin frá 10-15. Frá Reyni Service verður sagt, at øll eru vælkomin at síggja og royna bilarnar.

Toyota Corolla Hatchback 5/h
Motorurin1.6 litur VVTi 16V 110 hk

0-100 km/t10.2 sek.

Bensinnýtsla14.3 km/l

Dekkstødd195/60-15

Stødd og vekt:
Longd418 cm
Breidd171 cm
Hædd148 cm
Eginvekt1175 kg
Totalvekt1650 kg

prísurkr. 177.600,- koyriklárur.

SøluumboðP/F Reyni Service
Vegurin Langi
FO-188 Hoyvík
Tlf. 313040
www.reyniservice.fo