Toyota Camry ? kemur nú í nýggjari útgávu

Seinast fýra árini, frá 1997 til 2000, hevur Toyota Camry verið mest seldi persónbilur í USA. Fyrstu Camry bilarnir komu til USA í 1983, og síðan 1988 hava teir verið framleiddir í Georgetown í Kentucky

 

Av tí at USA er heimsins størsti bilmarknaður, er Camry ein sera týðandi bilur fyri Toyota. Hetta er orsøkin til at so nógv orka er brúkt til at menna og framleiða hendan nýggja Camry bilin. Hann sær eisini heilt annarleiðis út enn forgangarin, og bæði trygdin, kvaliteturin og komforturin eru nú á sera høgum støði. Framsetrini eru útgjørd við WIL-funktión, soleiðis at um bilurin verður ákoyrdur aftanífrá, er vandin fyri at fáa mein í nakkan og ryggin sera avmarkaður.

Kemur í november

Frá Reyni Service verður sagt, at teir vænta at teir fyrstu bilarnar koma í november. Tað verða Camry 2.4 við VVT-i tøknini og 155 hk, bæði við manuellum og automatiskum girum. Annars fáast teir eisini við 3.0 V6 motori og 189 hk. Hesin nýggi Camry er gjørdur til at koyra long strekkir, uttan at førarin og tey ferðandi skulu troyttast. Listin yvir eykaútgerð er langur. Vit kunnu nevna til dømis automatiskt klimaanlegg, multi-informatiónsdisplay við koyriteldu og automatiskar regnsensorar.


Kelda: Toyota Family