Toyota Avensis klárur til annað umfar

Toyota Avensis kom á marknaðin í 1998 sum avloysari fyri Carina E, ið varð ein av mest seldu firmabilum í 90-unum.

Magnus Gunnarsson


Tað víst seg skjótt, at sølan av Avensis bleiv størri enn væntað, og bilurin bleiv ein av mest seldu bilum yvirhøvur.

Facelift

Nú er Avensis komin í eini nýggjari útgávu, uttan at útsjóndin er so nógv broytt. Bilurin er meira ljóðleysur, motorarnir hava betri moment og meiri hestakreftir, eins og betri tilfar í kabinuni, og nýggjar litir innan. Framman eru broytingarnar t.d. forlyktir við multi reflektor og klárum glasi, nýtt kølaragittar við Toyota logo, og aftan eru baklyktirnar eisini broyttar nakað.


Fýra nýggir motorar

Felags fyri allar bensinmotorarnar er, at teir hava fingið nýggjastu framkomnu tøknina við broytiligari ventilstýring (VVT-i). Motorstøddirnar eru 1.6, 1.8, og 2.0. Harafturat kemur ein nýggjur 2.0 litur common-rail turbodiesel motorur. Sum nakað nýtt hevur 2.0 litur motorurin, umframt VVT-i tøknina eisini beinleiðis innspræning (D-4), og 150 hk.


Terra og linea Sol

Avensis fæst í teimum vanligu útgávunum, sedan, liftback og stationcar, og viðvíkjandi útgerð er møguleiki at velja ímillum Terra og linea Sol, sum eisini fæst við automatgear. Allar Avensis útgávurnar uttan tann við 1.6 motori, hava heilautomatiskt klimaanlegg sum standard útgerð. Varma og ventilatiónskontaktirnar eru nú elektroniskt stýrdar.


Betri bremsur

Avensis hevur nú eisini skivubremsur aftan, og ABS bremsur við EBD, sum býtir bremsukraftina optimalt á øllum hjólunum. Linea Sol D-4 hevur VSC (Vehicle Stability Control), sum mótvirkar at bilurin glíður út til síðuna, og BAS (Brake Assist System) ið gevur mest møguligt bremsutrýst við eina harða uppbremsing.

Toyota Avensis hevur 3 ára mekaniskt garanti ella 100.000 km, 3 ára lakkgaranti og 12 ára garanti móti gjøgnumtering. Avensis fæst nú úr kr.187.400,- .