Toymið á Psykiatriska Deplinum heiðrað í Danmark .

Tíðindaskriv

Psykiatriski deplinum hevur gjøgnum seinasta árið verið við í eini umfatandi verkætlan nevnd ”Avvarðandi í psykiatriini”. Tað er deild 2 á deplinum, sum hevur luttikið í hesi verkætlan, og føroyska toymið er eitt av 18 toymun í danska kongaríkinum. Endamálið við verkætlanini er at bøta um samstarvið við avvarðandi, sum ein nartúrligan og viðurkendan sanstarvspartnara í viðgerðini av sálarsjúkum á deplinum.

Team Tórshavn, sum umfatar starvsfólk á deildina og deplinum, luttekur í hesum døgum á serligum læringsseminari í Danmark, og hava í gjár vunnið fyrsta prísin og viðurkenning fyri avrikini, tá stýrisbólkurin sum hevur ábyrgdina fyri verkætlanini og er samansettur av fakfólkum og brúkaraumboðum í Danmark tók sína avgerð. Avgerðin er tikin útfrá ávísum krøvum. Toymið hevur gjørt eina plakat, sum lýsir prosessina í arbeiðinum við avvarðandi. Sambært formanninum í ”Bedre psykiatri” varð mælt til at plakatin bleiv hongd upp á deildum og stovnum í øllum kongaríkinum. sum hugkveikjari til fakfólk og avvarðandi. Arbeiðið í verkætlanini hevur verið til at gjørt eina hugburðsbroytan millum starvsfólk. Toymið hevur systematiskt skjalfest innsatsin og hevur arbeitt við at breiða út vitanina. Tað seinasta kravið, sum var valt útfrá, er tann eldhugi sum Team Tórshavn hevur víst í prosessini, og síðst men ikki minnst, tað vælvild, stuðul og áhuga leiðslan hevur víst prosjektinum.


Team Tórshavn hevur samstarva við avvarðandi, sum hava verið við í gongdini. Hesar lívssøgur hava verið sera mennandi og gevandi fyri arbeiði. Í nærmastu framtíð verður eitt avvarðandi toymi sett á stovn á Psykiatriska deplinum, sum víðari skal skipað arbeiði við avvaraðandi á Psykiatriska deplinum.


Sum heild má sigast, at tað hevur verið eitt sera gott og gevandi samstarv millum starvsfólk, toymi, avvarðandi og leiðslu, deplinum og fólki at gagni. Team Tórshavn sendir eina stóra tøkk til øll, serstakliga avvarðandi sum hava viðvirka.