Í ár verður útoyggjastevnan hildin í Svínoy.
Har hittast fólk frá øllum útoyggjunum og onnur við.
Árligi aðalfundurin hjá Útoyggjafelagnum er fastur táttur á skránni umframt mong onnur tiltøk.
Í ár hava svínoyingar valt at sýna fram fleiri av teimum gomlu, føroysku bátunum, sum eru í Svínoy.
Ymsar aðrar framsýningar verða. Millum annað verður at síggja ein framtíðarætlan fyri Svínoynna. Har verða myndarframsýningar og gongutúrar. Símun Hansen greiðir frá søguligum støðum í bygdini. Heri Joensen prestur greiðir frá kirkjuni, og sangarar úr Havnarkórinum við Ólavi Hátún luttaka við sangi. Um kvøldið verður útimøti og seinni aftur verður felags bál í fjøruni, har røða verður hildin, og fólk hugna sær við samveru og sangi.
Fyrireikararnir vóna, at mong vilja leggja leiðina út til Svínoyar um vikuskiftið, og øll eru væl komin.