Útoyggjastevnan í Kalsoynni 14. juni

   

Aftur í ár verður Útoyggjastevna hildin. Í ár eru tað limirnir í Kalsoynni, ið fyriskipa stevnuna, sum verður leygardagin 14. juni.

Tiltøk verða í allari oynni
Byrjað verður á Syðradali. Síðani verður farið norður eftir oynni til Mikladals, har Ársaðalfundurin hjá Útoyggjafelagnum verður hildin.
Kl. 14 verður stevnan sett norðuri á Trøllanesi, har Finnbogi Ísakson setur stevnuna.
À Trøllanesi verður konsert við Frændum og Brandur og útfeðr norð á Kall. Aftaná verður farið suðuraftur á oynna til Húsar.
Tað frættist, at nógv útoyggjafólk ætla sær at hittast í Kalsoynni ? og Útoyggjafelagið roynir at tilrættaleggja ferðamøguleikar fyri tey.

Stevnan er fyri øll ? øll eru væl komin
Tiltøkini eru almen og verða fyriskipað av: Útoyggjafelagnum, bygdadeildum felagsins í Kalsoynni og Mikladals Sóknar Fráhaldsfelag MSF.
Ferðaætlan fyri leygardagin, sí lýsing í bløðunum.

Skráin:
Fríggjakvøldið 13. juni
Húsar: kl. 20 - 22Framsýning av gomlum lutum í Bakkahandlinum
20 - 22Listaframsýning og søla av hondgjørdum lutum í skúlanum

Mikladalur: kl. 19 - 23
Árliga eydnuhjólið hjá MSF
Kaffisøla, pylsugrill, fiskibrunnur v.m.

Leygardagin 14. juni
Syðradalur:
kl. 09-10: Koma til Syðradal, morgundrekka
Kl. 10 -10.30: Asbjørn Lómaklett greiðir frá minnisvarðanum

Mikladalur:
Kl. 11 - 13.45: Ársaðalfundur hjá Útoyggjafelagnum í Avhaldshúsinum við døgurða. (Nýggir limir kunnu tekna seg)

Trøllanes:
Kl. 14 -15: Setanarhald: Finnbogi Ísakson flytur fram røðu og felagssangur
15 -: Konsert við Frændum og Brandi Enni
(Atgongumerki 100 kr. tá er íroknað konsert, útferð og tiltøk fyri børn)
Kl. 16 -18: Útferð norður á Kallin
Tiltøk fyri børn
Kl. 15 -18: Sølubúðir við heimagjørdum ísi, kaffi, køkum og heimavirkaðum lutum v.m.

Mikladalur:
Kl. 19.00 - 23.00: Árliga eydnuhjólið hjá MSF
Kaffisøla, fiskibrunnur v.m.

Húsar:
Kl. 18.30 -19.30:Andras Joensen greiður frá Kirkjuni
Kl. 19 -: Tombola, skjótibreyt og søla av smyrjibreyði
Kl. 20 -: Eggjakast og togtogan
Kl. 19 - 22: Framsýning av gomlum lutum í Bakkahandlinum
Kl. 19 - 22: Listaframsýning og søla av hond-gjørdum lutum
Kl. 21-: Dansur við Njál og Mouritz og føroyskur dansur

Broytingar kunnu koma í skránna