Útoyggjar betri posttænastu

Málið skal vera, at fólk á útoyggj fáa post bornar til dyrnar fimm ella seks ferðir um vikuna, heldur Útoyggjanevndin

 

Fólk á útoyggj fáa lítlan ágóða av tíðindaflutninginum í dagbløðunum, og fundarboð og onnur brøv koma javnan ov seint fram.

Hetta vísir Útoyggjanevndin á í áltiti sínum, sum varð latið løgmanni í farnu viku.

? Tá veðurlíkindini forða strandfaraskipum at sigla, kunnu tað ganga upp í tvær vikur við ongum posti. Hetta er veruleikin, hóast tyrlan flýgur til oyggjarnar í hesum tíðarskeiði, sigur Útoyggjanevndin, sum heldur, at tað átti at borið til at samskipa tænastuna soleiðis, at tyrlan kundi verið við, tá ikki var siglandi til oyggjar.

? At fáa postin bornar til dyrnar ella lagdan í postkassan hvønn yrkadag eru tey flestu í Føroyum von við. Men flest merkir ikki øll. Á útoyggjum verður posturin borin út tvær til fimm ferðir um vikuna, alt eftir hvørja oyggj talan er um.


Nýtist ikki kosta nógv

Útoyggjanevndin vísir á, at Postverkið ikki heldur seg hava neyðugu karmar at virka undir, og tað er orsøkin til, at tænastustøðið ikki er nøktandi á smáu oyggjunum.

Postverkið skjýtur upp, at betra um teir fysisku karmarnar við at samstarva við aðrar almennar stovna, og hesum hugskotinum tekur Útoyggjanevndin undir við. Hetta hugskot verður brúkt í tí, sum Útoyggjanevndin kallar Heildarsamfelagið Bygdin.

Útoyggjanevndin greiðir frá, at ein munandi betring av tænastustøðini ikki nýtist at hava við sær stórar eykaútreiðslur. Tað er líka so nógv so nógv ein spurningur um at umskipa og rationalisera virksemið.

? Málið skal vera, at øll fáa postin, dagbløð og annað, fimm og seks dagar um vikuna, sigur Útoyggjanevndin.

? Tað skal ikki vera útihýst, at lokalsamfelagið sjálvt kann skipa fyri, at allur posturin, bløð og annað verður borið út at dagliga, antin í tøttum samstarvi við Postverkið ella á annan skipaðan hátt, sigur Útoyggjanevndin.