Útoyggjanevndin arbeitt í eitt ár

Arbeiðssetningurin hjá nevndini hevur verið at lýsa umstøðurnar á útoyggjum, at gera ítøkilig menningaruppskot og koma við uppskoti til útoyggjapolitikk

Tað var í apríl mánaði í fjør, at løgmaður setti eina nevnd at lýsa og viðgera útoyggjaviðurskifti.

Endamálið við arbeiðnum skuldi verða, at politisku myndugleikarnir skuldu hava eitt grundarlag at taka støðu út frá, so útoyggjarnar og smáplássini ikki doyggja út.

Arbeiðssetningurin hjá nevndini hevur verið at lýsa umstøðurnar á útoyggjum, at gera ítøkilig menningaruppskot og koma við uppskoti til útoyggjapolitikk.

Oyggjarnar, sum hava verið umfataðar av arbeiðnum hjá nevndini, hava verið Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Hestur, Koltur, Skúvoy, Lítla Dímun, Nólsoy og so Gásadalur.

Olga Biskopstø í Klaksvík hevur verið formaður í nevndini og samskipari av arbeiðnum, og umframt hana hava umboð fyri útoyggjarnar og fyri løgmansskrivstovuna sitið í nevndini.

Álitið, sum nú er latið løgmanni, er fleiri enn 200 síður og verður handað eitt ár eftir, at nevndin varð sett at gera arbeiðið.