Útoyggjafelagið hevur arbeitt við at útvega høli, at hava kunning og sølu av heimavirkaðum vørum, á Ólavsøku.
Tað er nú eydnast okkum, og vit eru so heppin, at høli liggur í hjartanum í Tórshavn, beint við Hotel Hafnia, skrivar felagið á heimasíðu síni.
Tað eru ung av útoyggj, ið taka sær av hesum tiltaki, og eru tey errin av, at útoyggjarnar eisini hava eitt andlit á Ólavsøku.
Oyggjarnar í Útoyggjafelagnum eru:
Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Koltur, Hestur, Skúvoy og Stóra Dímun.