Nú Útoyggjastevna var um vikuskiftið, komu nógv áhugaverd hugskot fram, um hvat kundi verið gjørt á útoyggjunum til gleði og gagn fyri bæði útoyggjafólk og fólk á meginlandinum. Fólk vóru á einum máli um, at við eitt sindur av nýhugsan ber mangt til, sum vit bara ikki hava givið okkum far um fyrr
Samfelagstænasta
Tummas Frank Joensen úr Skúvoy er ein av teimum, sum er sannførdur um, at hugflog og áræði eru bestu amboðini til at skapa arbeiðspláss og betri liviumstøður hjá teimum, sum búleikast á útoyggj. Og nógv av tí, sum kundi verið gjørt, hevði eisini komið restini av føroyska samfelagnum til góðar.
- Hví ikki til dømis senda tey, sum skulu inn at sita fyri rúsdrekkakoyring, út á onkra útoyggj at gera samfelagstæsnastu? Eg skuldi fegin tikið ímóti teimum, tí í Skúvoy er meir enn ríkiligt hjá teimum at fara í holt við, sigur Tummas Frank. Sum dømi um slíkt arbeiði nevnir hann rásirnar í berginum, sum treingja til ábøtur, skera upp haga og velta, grava veitir, hegna og mangt annað.
Tað er neyvan nakar ivi um, at ein slík skipan uppá nógvar mátar hevði verið ein fyrimunur fyri samfelagið. Samfelagstænasta er ólønt arbeiði, sum tann dømdi verður settur at gera í síni frítíð. Tað merkir sostatt, at hann ikki verður noyddur at forsøma sítt egna arbeiðið eins og tey, ið fara inn at sita. Hartil verður tann dømdi framvegis búgvandi heima hjá sær sjálvum saman við familjuni.
- Fólk, sum eru dømd fyri rúsdrekkakoyring, eru jú ikki vandamiklir brotsmenn ella vánalig menniskju. Tey hava bara traðka við síðuna av, og tað er rættiliga ivasamt, hvussu nógv tað hjálpir at tveita tey í geglið. Tað mátti verið munandi meir meiningsfult at ganga úti í náttúruni og gera okkurt til nyttu enn at sita í Jónas Bronksgøtu, og gløða inn í ein gráan vegg, sigur Tummas Frank avgjørdur.
Hann heldur avgjørt, at hetta er eitt hugskot, sum Politiið ella Kriminalforsorgin átti at kanna nærri. Í teimum londum, har tað er meir vanligt at døma fólk til samfelagstænastu, bendir alt nevniliga á, at hesi fólkini fella lættari inn í samfelagið aftur enn tey, ið hava sitið í fongsli.
Lívsvirði
Tummas Frank leggur áherðslu á, at hugskotið við samfelagstænastu ikki snýr seg um, at útoyggjafólk skulu fáa stórarbeiði gjørd fyri onki, men heldur um at seta nakað í verk, sum øll kunnu hava gleði av. Hetta kundi so eisini verið við til, at onnur enn bara útoyggjafólk fáa innlit í, hvussu tað er at liva og búgva á eini útoyggj.
- Tað er jú ein orsøk fyri, at summi av okkum vilja vera búgvandi herúti. Tað snýr seg um lívsvirði, um at eiga seg sjálvan og síggja síni børn vaksa upp tætt at náttúruni og læra tey at virðismeta tað, hon gevur. Tað hevði verið so lætt bara at flutt til Havnar, men tað eru also ikki øll, sum halda tað vera líka lokkandi at sita í einum fínum húsum uppi í Hoyvík við eini skuld uppá 1½ milliónir og ikki hava tíð at liva, sigur Tummas Frank Joensen.








