ÚTOYGGJ ´07: Frítíðardepil í Mikladali

Nú er ætlanin at byggja smáttur, spælipláss og annað, sum hoyrir til ein frítíðardepil, í Mikladali Ein spennandi ætlan varð løgd fram á stevnuni hjá Útoyggjafelagnum í morgun - at gera ein frítíðardepil við smáttum og øðrum tilhoyri í Mikladali.

Tað var Eyðun Eliasen sum legði hesa ætlan sína fram. Sambært henni ætlar hann at byggja smáttur, spælipláss, campingpláss, sølubúðir og annað á einum 20.000 fermetra stórum øki, hann sjálvur eigur í bygdini.

- Her kundi verið skeiðvirksemi og møguleikar fyri útferðum gjørdar fyri føroyingar og útlendingar.

- Smápássini eru meiri verd enn hvat vit geva okkum far um. Ferðafólk ynskja fleiri tilboð, og her verður so møguleiki fyri einum slíkum, sigur Eyðun Eliasen.