Rynkeby-súkklararnir eru ikki teir einastu við nøs móti París. Stóra súkklukappingin Tour de France byrjar í morgin, fyri 101. ferð. 99 súkklarar vera við frá byrjan, tá startskotið fer í Leeds í Onglandi. Fyrstu tríggjar teinarnir eru verða súkklaðir í Onglandi, áðrenn kappingin fer yvir um Ermasund.
Chris Froome, vinnarin í 2013, er aftur í ár ein av favorittunum, men hann fer væntandi at fáa harða kapping frá Alberto Contador, Vincenzo Nibali og Alejandro Valverde.
Chris Froom og Alberto Contador hava báðir klára seg sera væl seinastu tíðina, og Contador verður mettir at vera í betri formi enn í nógv ár. Valverde hevur verið góður higartil í ár, meðan Nibali hevur tikið tað róligt, men vónar, at hann rakar formin til Tour de France.
Contador fór fyrstur um málstrikuna í Tour de France 2010, men var seinni frátikin sigurin, eftir at hann var tikin fyri doping. Hann varð útihýstur frá súkkling í tvey ár og misti umframt Tour de France sigurin í 2010 eisini Giro d’Italia sigurin í 2011.
Valverde hevur eisini verið útihýstur í tvey ár, eftir at hann var dømdur fyri doping í 2011. Valverde var ein av súkklarunum, ið var tikin í sonevndu Operation Puerto, ið var knýtt at læknanum Eufemioano Fuentes.
Aðrir avbjóðarar eru Andrew Talansky, Bauke Mollema, Jurgen Van Den Broeck og heimsmeistarin Rui Costa. Hesir kunnu allir blanda seg í toppstríðið.
Vónandi er alt lagt til rættis fyri einum spennandi stríði í ár. Í fjør vann Froome við yvir fýra minuttum, meðan munurin Bradly Wiggins og Chris Froome vóru ávikavist seks og tríggjar minuttir framman fyri restina í 2012.
Nakrir skandinavar eru við aftur í ár. Teir eru Michael Mørkøv, Jakob Fuglsang og Lars Bak úr Danmark og Alexander Kristoff úr Noregi. Eingir av hesum fara at stríðast um samlaða sigurin í Tour de France, men onkrir teirra hava tó vónir um at vinna onkran einkultan tein.
Meðan Rynkeby-súkklararnir eru í París longu 11. juli, so verður Tour de France ikki avgjørt fyrr enn 27. juli, á Avenue des Champs-Élysées.