Tað er ikki vist, at tann kringsetti Toulouse-maðurin Mohamed Merah er á lívi longur. Tað sigur franski innanríkisráðharrin, Claude Guéant, við fronsku tíðindastovuna AFP í morgun.
Sambært ráðharranum hevur løgreglan ikki fingið samband við mannin í nátt, og í gjár segði tann kringsetti maðurin, at hann ætlaði sær at doyggja við vápnum í hond.
-Vit hoyrdu tvey skot. Vit vita ikki, hvat tað var, men vit hava so ikki havt samband við hann í nátt, sigur innanríkisráðharrin. Hann hevur fyrr sagt, at málið hjá myndugleikunum er at taka mannin á lívi.










