Totti verður ikki við

Í annaðkvøld tørna Roma og Manchester United saman á Stadio de Olympico leikvøllinum í Rom. Talan verður um fyrru fjórðingsfinaluna í Champions League-kappingini. Liðskiparin hjá Roma, Francesco Totti dragist við skaða, og verður tískil ikki við liðnum hjá Roma í annaðkvøld. Málverjin hjá United, Edwin van der Sar er tøkur aftur, og eru sannlíkindini stór fyri, at hann verjir málið í annaðkvøld. Hetta verður fimtu ferð innan eitt ár, at liðini hittast í Champions League. Í fjør vann Roma 2-1 heima, men teir taptu 1-7 á Old Trafford. Í bólkaspælinum hetta kappingarárið vann United 1-0 heima, meðan dysturin í Rom endaði við javnleiki 1-1.