Tottenham verður mótstøðuliðið hjá Manchester United í Carling Cup-finaluni. Tað varð staðfest í gjárkvøldið, tá liðið endaði omaná eftir seinnu hálvfinaluna móti Burnley. Men tað var tætt við, at Premier League-felagið varð eyðmýkt. Tottenham vann greitt 4-1 í fyrra dystinum millum liðini. Men á heimavøllinum hjá Burnley, vann heimaliðið við trimum málum móti ongum eftir 90 minuttum. Men í longdu leiktíðini skoraðu russiski Roman Pavlyuchenko og enski Jermaine Defoe, soleiðis at Tottenham samanlagt vann 6-4, víðari luttøku.