Tottenham vildi ikki selja Bale

Nevndarformaðurin í Tottenham, Daniel Levy, sigur at Tottenham ongan áhuga høvdu í at selja Gareth Bale, men at spælarin trýsti felagið til at selja hann.

 

Real Madrid hevur í kvøld keypt Gareth Bale frá Tottenham. Prísurin er áleið 750 milliónir krónur sambært bretskum miðlum. Tað er nýtt met. Gamla meti átti Real Madrid eisini, tá teir keyptu Cristiano Ronaldo fyri áleið 700 milliónir krónur í dagsins peningi.

 

-       Gareth var ein spælari, sum vit ongantíð ætlaðu at selja meðan vit eru í holt við at uppbyggja eitt nýt lið, sigur Daniel Levy umvegis heimsíðuna hjá Tottenham.

 

Daniel Levy er kendur sum ein harður hálsur, tá hann skal samráðast um spælarar. Hann verður mangan umrøddur sum ein góður maður fyri Tottenham, tí hann er so stinnur við samráðingarborðið.

 

-       Hann er ein spælari hvørk yrkisleið vit hava verið við til at mynda, og hann hevur bara spælt eitt ár av einum nýggjum fýra ára sáttmála, sigur nevndarformaðurin í London felagnum.

 

Tottenham keypti Gareth Bale fyri seks árum síðani frá Southampton.

 

-       So stórur hevur áhugin verið frá Real Madrid, og so stórt er ynski hjá Gareth Bale at skifta, at vit í Tottenham hava avgjørt, at selja Gareth Bale. Vit meta, at um vit ikki selja hann, so verður Bale ikki líka hugagóður hetta kappingarár, sigur Daniel Levy víðari.

 

Tottenham hevur keypt sjey spælara í summar, sum skulu lyfta arvin eftir Gareth Bale. Millum teirra eru Christian Eriksen, Roberto Soldado og Erik Lamela.

 

-       Vit hava tí mótvilja valt at selja Bale við tí í huga, at vit hava ein sterkan hóp og hava keypt sjey góðar landsliðsspælarar. Og týdningarmiklari, so hava vit ein góðan og sterkan liðanda og ein hóp, sum er svangur eftir at vinna, sigur Daniel Levy víðari.

 

Tottenham tapti í dag 1-0 fyri Arsenal í Premier League.

 

-       Vit ynskja Gareth Bale alt tað besta. Hann skal verða vælkomin aftur til Whit Hard Lane, sigur Daniel Levy at enda og vísur til leikvøllin hjá Tottenham.

 

Gareth Bale verður kunngjørdur sum Real Madrid spælari í morgin á middegi.