Villas-Boas varð í morgun sagdur úr starvi eftir at Tottenham fyri aðru ferð í tríggjar viku legði rygg til stórtap. Hesa ferð enntá heima á White Hart Lane, har Liverpool vann ikki minni enn 5-0.
Gitt verður, at Michael Laudrup er millum heitastu nøvnini hjá leiðsluni í Tottenham, sum nú skal finna nýggjan venjara. Laudrup er sáttmálabundin við Swansea, men hann kann keypast leysur fyri 10 mió pund.