Stórur áhugi millum føroyingar fyri enskum fótbólti. Liðini, sum uttan iva hava flest viðhaldsfólk í Føroyum, munnu verða Manchester United, Liverpool og Arsenal. Einki av hesum liðunum var tó við í tí sokallaðu lítlu steypafinaluni, The Worthington Cup Final, sum var leikt á heimavøllinum hjá enska landsliðnum Wembley. Liðini, ið hittust í finaluni, vóru siðvanda londonfelagið Tottenham Hotspur og Leicester.
Vánalig finala
Lat tað verða sagt beinan vegin, at dysturin einans var verdur at hyggja eftir, um man er viðhaldsfåolk hjá øðrum av teimum báðum luttakandi feløgunum. Dysturin var milt sagt vánaligur, og serliga var fyrri hálvleikur eitt fornermilsi ímóti teimum gott 77.000 áskoðarunum, umframt teimum mongu sjónvarpshyggjarunum kring allan knøttin.
Í fyrra hálvleiki var nærum eingin verulig málroynd. Nærmast var ungi framherjin hjá Leicester, Emile Heskey, man í sjálvari skotløtuni bleiv hann taklaður av sveisiska verjuleikaranum hjá Tottenham, Ramon Vega.
Annars var tað av mesta av spælinum í fyrra hálvleiki á miðvøllinum, har Tottenham til tíðir hevði trupulleikar av, at teir leiktu 4-4-2, meðan Leicester leikti 3-5-2 og tískil hevði ein mann meiri á miðvøllinum. Teir báðir miðvallarleikararnir hjá Tottenham, danin Allan Nielsen og týskarin Steffen Freund, stríddust tó sum úlvar á skóg ímóti Muzzy Izzet, Neil Lennon og Rob Savage á miðvøllinum hjá Leicester.
Stóri leikarin í Onglandi seinastu tíðina, franski vongurin hjá Tottenham, David Ginola, fekk millum lítið og einki burturúr, tí hann hevði so at siga alla tíðina tveir mans í hølunum á sær.
Útvísing kundi havt kostað
Seinni hálvleikur hevði tekin um at gerast betur enn tann fyrri, og fyrstu løtuna var Tottenham omaná leikliga. Tá ið 18 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, fekk dysturin tó eina týðandi vend.
Rob Savage hjá Leicester var harðligur ímóti Justin Edinburgh hjá Tottenham, og tann seinni gjørdi ikki mætari enn geva hinum ein undir vangan. Savage fekk gula kortið, meðan Justin Edinburgh fekk tað reyða, hóast sjónvarpsmyndirnar vístu, at hann als ikki rakti Savage, so tó gjørdi, sum um hann fekk ilt í andlitið. Hetta vóru ensku frásøgumenninir stak illa nøgdir við og søgdu, at atburðurin hjá Savage var ein vanvirðing fyri enskan fótbólt.
Við einum manni meiri fekk Leicester leikligu yvirvágina. Bólturin var nógv inni á Tottenham-hálvuni, men sjálvdan spurdist nakrar vandamiklar støður burturúr. Tann vandamiklasta kom, tá ið málverjin hjá Tottenham, Ian Walker, bert fekk hálvbjargað eini skotroynd, men tá ið royndi framherjin hjá Leicester, Tony Cottee, kom leypandi, fekk Ian Walker akkurát fatur á bóltinum áðrenn Cottee.
Tíðin var við at ganga undan, og tey flestu vóru við at gera seg klár til eykatíðina, tá ið dysturin fekk sína avgerð. Tottenham vinnur bóltin inni á egnari hálvu, og hann verður spældur til Les Ferdinand, sum spældi hann víðari til norska áleyparan, Steffen Iversen úti í høgra borði. Iversen fór so við fullari ferð fram við liðskiparanum hjá Leicester, Steve Walsh, og tá ið hann nærkaðist baklinjuni inni í brotsteiginum, langaði hann til móti málinum. Amerikanski málverjin hjá Leicester, Kasey Keller, fekk tó hálvbjargað, men sum eitt fok kom danin Allan Nielsen flúgvandi har og setti pannuna undir bóltin, so at hann fór í netið, tá ið klokkan vísti 92.15 til stóra frøði fyri tey mongu viðhaldsfólkini hjá Tottenham.
Tað, ið eftir var av dystinum, hendi millum lítið og einki, og Tottenham kundi gleðast um at verða fyrsta enska felagið í ár, sum hevur tryggjað sær sæti í Europa komandi ár. Ikki óvæntað var tað Allan Nielsen, ið bleiv skýrdur til Man of the Match.










