Tottenham vann í Milano

Tann yvir tveir metrar høgi Peter Crouch gjørdist hetjan hjá Tottenham, sum í kvøld vann Champions League dystin móti AC Milan. Fyrra 1/8 finalan millum Milan og Tottenham var í kvøld leikt í Milano. Meðan Milan hevur vunnið kappingina sjey ferðir, so hevur Tottenham lítlar og ongar royndir í Champions League. Fyrri hálvleikur gav tó ongar ábendingar um, at Champions League royndir fóru at avgera dystin. Tottenham tóktist trívast væl á váta vøllinum í Italia.

 

Í seinna hálvleiki hendi eitt sindur meira og í løtum gjørdist menn heitir. Fyrrverandi Arsenal miðvallarin, Mathieu Flamini, skal prísa seg lukkuligan, at hann ikki var útvístur fyri harðliga takling.

 

Góðar tíggju minuttir fyri tíð kom avgerandi løtan. Kviki Aaron Lennon fangaði bóltin á egnari hálvu og fór tvísporandi avstað. Komin inn í brotsteigin legði hann bóltin fyri føturnar á Peter Crouch, sum lættliga kundi leggja Tottenham á odda.

 

Í evstu løtu javnaði Zlatan Ibrahimovic, men dómarin dømi rætt fríspark móti svenskarinum. Tá dysturin var liðugur gjørdist ilt millum Gennaro Gattuso og ein av venjarinum hjá Tottenham. Sjónvarpsmyndirnar vísa, at Gattuso royndi at stútan ein av venjarinum hjá Tottenham.

 

Champions League 1/8 finalur(fyrri dystur):

 

AC Milan ? Tottenham 0-1

Valencia ? Schalke 04 1-1