Arsenal stillaði upp við einum eykaliðið á Ewood Park í Blackburn. Miðalaldurin á liðnum var bert 19 ár, sum má verða eitt tað lægsta í søguni. Unglingarnir hjá Arsenal gjørdu tað framúr. Diaby og Eduardo løgdu Arsenal á odda 2-0 fyrsta hálva tíman av dystinum. Blackburn fekk tó javnað við málum hjá Santa Cruz í 42. og 60 minutti. Denilson bleiv útvístur í 90. minutti, so Arsenal mátti leika tað longdu leiktíðina við 10 monnum ímóti 11. Men tað gjørdi ikki mun fyri Arsenal. Í 104 minutti skoraði Eduardo til 3-2, og tað gjørdist endaliga støðan. Wenger sigur við BBC, at hetta unga eykaliðið er nóg gott til at vinna kappingina. Tottenham vóru á City of Manchester Stadium. Defoe legði Spurs á odda longu í 5. minutti. Zakora hjá Tottenham bleiv útvístur í 20 minutti, men tað dugdi Manchester City ikki at útnytta. 8 minuttir fyri leiklok skoraði Malbranque sigursmálið til endaligu støðuna 2-0. Venjarin hjá Spurs, Juande Ramos helt, at hetta var besti dysturin hjá liðnum, síðani hann tók við, sum venjari í felagnum. Í kvøld er seinasta kvartfinalan í Liga-steypakappingini á skránni, og tað er dysturin millum Chelsea og Liverpool á Stamford Bridge, og tað skuldi borgað fyri ávísari góðsku!!