Við sigri á Portsmouth hevur Tottenham nú otað seg upp á fjórða plássið
Dysturin millum Tottenham og Portsmouth mánakvøldið endaði við 3-1 sigri til Spurs. Tað var tó Portsmouth, ið legði seg á odda við máli frá Lomano Tresor Lua Lua, og Portsmouth var eisini frammanfyri í steðginum.
Eftir steðgin var tað tó Tottenham, ið setti seg á dystin, og liðformaðurin Ledley King javnaði fyri heimaliðið, tá ið ein tími varð farin.
Tottenham fekk ikki sigursmálið fyrr enn fimm minuttir fyri leiklok, og tað var egyptarin Mido, ið skoraði frá brotssparksblettinum. Løtu seinni sló Jermain Defoe sigurin fastan við máli til 3-1.
Tottenham hevur havt eitt gott kappingarár, og teir liggja nú á fjórða plássinum bara eitt stig aftanfyri Liverpool og Manchester United.