Vónin millum Tottenham fjepparar um, at tað endiliga skal eydnast The Spurs at sleppa upp í part í bestu europeisku liðkappingini, fekk eitt skot fyri bógvin seinnapartin. Tottenham vitjaði Norwich, sum er illa spert í botninum.
Fagnaðurin millum viðhaldsfólkini hjá heimaliðnum var øgiligur, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð. Orsøkin var tann, at talvan vísti 1-0 til Norwich, sum við sigrinum lyfti seg fýra stig frá hóttanini av niðurflyting.
Fyri Tottenham kom tapið ógvuliga illa við. Tað ber við sær, at tað nú eru seks stig frá Liverpool á fjórða plássinum, sum ber møguleika fyri atgongd í europeisku meistarakappingina við sær, og aftur til fimta plássið og Tottenham.
Heimamenninir vóru stak væl upplagdir, og teir spældu seg til eins nógvar og fleiri møguleikar enn mótstøðumenninir. Einsamalla málið skoraði Robert Snodgrass tveir minuttir eftir steðgin, eftir at hann snilt varð spældur leysur í høgru og innanfyri verjuna.










