Tottenham kiksaði á útivølli

Ein dystur hevur verið spældur í ensku Premier League í kvøld. Dysturin var í Brighton, har Brighton úr niðara endanum av Premier League tók ímóti Tottenham, sum er millum oddaliðini í deildini.

 

Men munurin á stigatalvuni sást ikki aftur á endaliga úrslitinum. Dysturin endaði nevniliga við einum 1-1 javnleiki, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 0-0.

 

Tíðliga í seinna hálvleiki líktist dysturin einum favoritt sigri til Tottenham, tí tá bert tríggir minuttir vóru leiktir av hálvleikinum, legði Harry Kane Tottenham á odda 0-1.

 

Men leiðslan helt sær stutt. Bert tveir minuttir seinni eydnaðist tað Brighton at javna, tá Pascal Gross skoraði uppá brotsspark.

 

Við at seta stig til í kvøld, misti Tottenham tí týðandi fet í veruliga at koma uppí stríðið um annað plássi í Premier League, har stór sannlíkindi eru fyri, at antin Manchester United ella Liverpool fara at enda.

 

Brighton – Tottenham 1-1 (0-0)

0-1 Harry Kane, 48.

1-1 Pascal Gross (brotsspark), 50.