Tottenham boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við nýggjan verjuleikara.
Talan er um 20 ára gamla Eric Dier, ið felagið hevur keypt frá portugisiska felagnum Sporting Lissabon.
Kostnaðurin fyri nýggja verjuleikaran liggur um góðar 40 milliónir krónur.
Hóast Eric Dier kemur úr portugisiskum fótbólti, er Eric Dier tó onglendari. Orsøkin til at hann hevur spælt so nógv ár í Portugal, er tí at hann flutti til Portugal saman við familjuni hjá sær, tá hann var sjey ár.
Sáttmálin millum Eric Dier og Tottenham er galdandi fyri 5 tey næstu kappingarárini.










