Venjarin hjá Tottenham Hotspurs fegnast um, at felagið hevur tryggjað sær "tann nýggja »Wayne Rooney«.
Talan er um tann 16-ára gamla tjekkan Tomas Pekhart, ið júst hevur gjørt sáttmála við Tottenham. Pekhart hevur verið kosin ársins ungdómsleikari í Tjekkia, og hann hevur skotið eina rúgvu av málum fyri tjekkiska felagið Slavia Prag.
- Vónandi kann hann gerast eins góður og Wayne Rooney, hóast hann er ein øðrvísi áleypari. Um hann er so evnaríkur, sum vit halda hann vera, kann hann gerast eins góður um nøkur ár, sigur venjarin hjá Tottenham, Martin Jol.
Tann ungi áleyparin hjá Tottenham er ein liður í innkeypspolitikkinum hjá Tottenham, sum roynir at keypa nógvar ungar leikarar, ið fara at styrkja liðið í framtíðini. Tomas Pekhart gerst alment ein partur av hópinum í juli í ár.