Tottenham hevur fingið eina átalu frá mynduleikinum, eftir at felagið fyrr í ár gjørdi lýsingar, har tað stóð, at nýggi heimavøllurin hjá Tottenham er einasta staðið í London, har tú kanst síggja Champions League fótbólt. Hetta sum eitt skot til Arsenal og Chelsea, ið ikki megnaðu at vinna seg í meistarakappingina.
Les eisini: Mourinho fekk øði í Juventus
Trupulleikin er, at nýggi leikvøllurin er ikki blivin liðugur til tíðina. Nú verður hann væntandi ikki klárur fyrr enn eftir ársskiftið og Tottenham spælir á Wembley. Hartil gongur so illa hjá Tottenham í bólkaspælinum í Champions League, at tað er ein rímuliga stórur møguleiki fyri, at liðið er útsligið áðrenn ársskiftið.
Hetta hevur fingið onkran at senda ein klæðu til mynduleikarnar. Dailymail skrivar í dag, at mynduleikarnir á økinum, The Advertising Standards Authority, hava sent eina átalu til Tottenham við reglugerðini, har tað millum annað stendur, at tað er ikki loyvi koma við villeiðandi upplýsningum í lýsingum.
Tottenham spælir í løtuni sínar heimadystir á tjóðarleikvøllinum hjá Onglandi, Wembley. Liðið hevur nú tvey umfør at innheinta Inter Milan, sum hevur trý stig fleiri í bólkinum í Champions League.
Bólkur B – fjórða umfar:
Inter Milan – FC Barcelona 1-1
Tottenham – PSV 2-1
Støðan:
1. FC Barcelona 10 (stig)
2. Inter Milan 7
3. Tottenham 4
4. PSV 1