Tottenham eftir Riquelme

Argentinski bóltsnillingurin, Juan Roman Riquelme, bleiv síðsta kappingarár leigaður út frá felag sínum Villareal til argentinska Boca Juniors, eftir at hann gjørdist óklárur við venjaran, Manuel Pellegrini.

 

Nú er Riquelme tó aftur í Villareal, men útlitini fyri spælatíð eru einki serlig. Nú er tó okkurt, sum bendir á, at Riquelme er á veg úr felag sínum.

 

Sambært umboðsmanninum hjá Riquelme, Marcos Franchi, hevur felagið fingið eitt boð uppá á leið 110 mió. kr. frá Tottenham uppá leikaran, og felagið umhugsar í løtuni boðið frá enska felagnum.

 

Riquelme var í nógv ár stóri leikarin hjá Villareal, áðrenn hann bleiv leigaður út til Boca Juniors. Síðsta kappingarár førdi hann so Boca Juniors til sigurs í Copa Libertadores, sum er suðuramerikanska svarið uppá Champions League.