- Um vit skulu taka samanum og síggja heildarmyndina, so haldi eg tað eydnaðist framúr væl. Serliga havandi í huga at hetta er fyrstu ferð í fleiri ár, at tað ikki var neyðugt at gera broytingar í samband vegna veður, so tað eru vit ómetalig takksom fyri.
Tað sigur Erik Biskopstø, ið er ein av høvuðsfyrireikarunum av Summar Festivalinum, í samrøðu við Rás2, nú festivalurin á hesum sinni er liðugur.
Spurdur um hvat hæddarpunktið var fyri hansara viðkomandi, er hann skjótur at vísa á konsertina leygarkvøldið, hóast øll kanska ikki fingu somu gleði av henni.
- Tað er eingin loyna at ein sovorðin bólkur sum Toto hevur heilt serligar tónlistaligar dygdir. Onkur vil næstan siga, um man skal siga tað óreint, at tað kann næstan vera at kasta perlur fyri svín, tá man hevur so rafineraðan og flottan tónleik, tá ein stórur partur av fjøldina meira vil ballast. Men tað er ikki har eg eri, eg haldi tey sum vilja njóta tann flotta tónleikin TOTO presenterar, tey fingu eina fantastiska uppliving. Og so er tað sjálvandi ein stórur partur sum er har, tí hini eru har, og vilja bara njóta løtuna og kanska synja við til tey allar størstu hittini. So tað er eingin loyna, at tónleikaliga vil eg siga, at Toto var eitt absolutt hæddarpunkt.
Hoyr alla samrøðuna við Erik Biskopstø við at trýsta á pílin undir myndini.