Toto sangarin til Føroyar

Toto sangarin, Bobby Kimball, kemur nú til Føroya, og í hesum sambandi fer hann at hava konsert í Høllini á Hálsi 23. februar.

 

Tað sigur Rùni Djurhuus, sum skipar fyri.

 

Toto var í Føroyum miðskeiðis í 90'unum, men tá var Bobby Kimball ikki við.

 

Hann var annars við til at stovna Toto í 1976 og stóð á odda fyri bólkinum á teimum fyrstu fýra útgávunum, til hann í 1984 fór burturúr bólkinum.

 

Toto hevði skiftandi oddamenn til Kimball aftur kom við í 1998 og sang við til Toto gavst í 2008.

 

Síðani helt hann fram við sínum egna bólki

 

Í løtuni er Kimball á umfatandi konsertferð við saman við sínum egna bólki við fimm tónleikarum.

 

Á hesari konsertferðini eru hitt frá Toto tíðini eru á skránni.

 

Upphitingini stendur Jens Marni Hansen og hansara bólkur fyri

 

Niðanfyri er ein forsmakkur upp á, hvat áhoyrarar á Hálsi kunnu vænta sær.