UPSALOYSI
Partrolararnir, Jaspis og Ametyst, landa í Saltangará í dag. Teir hava verið úti ein vanligan túr til longdar, men veiðan er bert 150.000 pund tilsamans.
Á landingarmiðstøðini Kongshavn hevur eingin landing verið fyrr í vikuni, og væntandi er ikki, at nøkur landing verður í morgin og fríggjadagin.
Fólk, sum Sosialurin hevur tosað við, og sum hava arbeitt á landingarmiðstøðini síðan 1997, siga, at so vánalig hevur upsaveiðan ongantíð verið øll hesi ár.
Og hagtølini siga júst tað sama.
- Í november í ár hevur verið heilt galið. Fram til 19. november í ár hava vit landað 490 tons tilsamans í hesum mánaðinum. Hyggja vit hinvegin eftir tølunum somu dagar í november í fjør, so høvdu vit hin 19. í fjør landað 2.014 tons – ella eini 1600 tons fleiri.
Á landingarmiðstøðini vænta tey kanska eini 400 tons aftrat tað, sum eftir er av november í ár, meðan sami mánaði í fjør gav heili 3.000 tons.
- So, tað er greitt, at landingartølini hendan mánaðin kunnu als ikki samanberast, verður lagt aftrat á Kongshavn.
Hetta er annars góð fiskitíð.
Menn, sum sigla við ísfiskatrolarum, siga, at nógv er at síggja, og tað vísir seg, at tað serliga er svartkjaftur og hvítingsbróður, sum sæst á loddinum.









