Hetta snýr seg fyrst og fremst um at seta hol á gasskelduna Laggan, sum var funnin fyri nærum 25 árum síðani, men sum til nýliga ikki hevur verið mett lønandi. Tøkniliga menningin, fleiri væleydnaðir avmarkingar- og metingarbrunnar og ikki minst stóri eftirspurningurin eftir gassi saman við høgum gassprísi hava fingið franska gassrisan at fara til tekniborðið og leggja seinastu hond á eina stóra útbyggingarætlan, sum kann koma at kosta upp ímóti 40 milliardir krónur tá avtornar. At felagið fyri fáum árum síðani gjørdi enn eitt gassfund, Tormore og sum liggur ikki so langt frá føroyska markinum, gjørdi samlaðu ætlanina meira lønandi. Haraftrat koma fleiri onnur smærri gassfelt í økinum, sum við tíðini eisini kunnu binda seg í infrakervið, sum Total nú fer at gera.
Gasskeldurnar liggja miskeiðis millum Hetland og føroyska markið. Higartil er olja tikin upp úr trimum keldum á Atlantsmótinum, Foinaven, Shiehallion og Clair. Enn hevur eingin dittað sær at fara eftir gassinum, sum liggur fjalt í undirgrundini. Nú hevur so Total gjørt av at taka gassið upp og flyta tað gjøgnum rørleiðingar til eina nýggja móttøkustøð og gassverksmiðju, sum skal byggjast í Hetlandi, tætt við verandi oljugoymslurnar í Sullom Voe.
Johan Dahl kunnaður
Tað hevur leingi verið frammi, at Total saman við øðrum feløgum fór at taka eina endaliga avgerð um gassframleiðslu men stóra ivamálið hevur verið, hvønn framleiðsluhátt man skuldi velja. Tá Johan Dahl, oljumálaráðharri og Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi vitjaðu bretsku oljumyndugleikarnar í London fyrr í ár vórðu teir kunnaðir um ætlaninir hjá Total. Føroyskir oljumyndugleikar fylgja nevniliga sera væl við í júst hesum, tí eitt gassinfrakervi vestan fyri Hetland kann seta føroyska leiting eftir olju og gassi í eitt spildurnýtt perspektiv. Verða smærri gassfund gjørd á landgrunninum nær markinum kunnu hesi gerast lønandi við at knýta seg uppí eitt infrakervi hinumegin.
Endalig avgerð um at flyta gassið til lands í Hetlandi og har viðgera tað á einum nýggjum gassverki verður tikin í seinasta lagi í apríl 2010. Higani skal gassið so flytast víðari til raffinarí í Skotlandi. Í veruleikanum er hetta ein gamal dreymur, sum nú gerst veruleiki. Arbeitt verður nú við at fáa umhvørvisgóðkenning og møgulig loyvi.
Ætlanin at troyta gassgoymslurnar vestan fyri Hetland fer at seta alt hetta økið í nýtt fokus. Bretska stjórnin sær nakað stórt í hesum og hevur roynt at fáa fleiri feløg at vera við í ætlanini. Í hesum sambandi var fyri nøkrum árum síðani stovnar ein arbeiðsbólkur við oljufeløgum og bretsku myndugleikunum. Ætlanin var at kanna um eitt samstarv millum feløg og myndugleikar kundi fáa í gongd gassframleiðsluna. Total vildi so ikki bíða meira og tók avgerð saman við øðrum feløgum at leggja til brots.
Byggja í Hetlandi
Júst í hesum døgum síggja vit so longu ítøkiligu avleiðingarnar av avgerðini hjá Total. Umboð fyri felagið hava søkt myndugleikarnar í Hetlandi um loyvi at byggja høli til nærum 1000 arbeiðsfólk, sum skuldu standa fyri byggingini at sjálvari gassverksmiðjuni.
Sambart Shetland Times ætlar Total, at fyrsta gassið frá Atlantsmótium skal koma til Hetlands í 2014. Verkætlanin kemur í tøkum tíma ikki bert fyri hungrandi bretska gassmarkaðin. Eisini fyri onnur feløg, sum hava gjørt gassfund vestan fyri Hetland seinastu árini og ikki minst í ár, kann infrastøðukervið, sum Total fer undir at byggja gera tað lønandi at byggja út fleiri onnur gassfelt eisini. Har eru Torridon, Laxford, Victory og Glenlivet.