Toskurin undir Føroyum tykist at vera væl fyri. Tað boðar Havstovan frá, nú stovnurin hevur gjørt árligu merkingartúrin við Magnusi Heinasyni undir Føroyum, har endamálið var at kanna ferðingarmynstrið hjá toski og øðrum fiski á føroyska landgrunninum
- Árligi merkingartúrurin er júst liðugur og merktir vórðu tilsamans 1755 toskar, umframt 113 hýsur og 11 havtaskur. Toskurin var óvanliga væl fyri og át nógva nebbasild, skrivar Havstovan á heimasíðuni havstovan.fo.
Stovnurin staðfestir eisini, at toskur plagar at hava longri gýtingarferðing, tá nógv nebbasild er til, umleið 30 fjórðingar samanborið við umleið 15 fjórðingar, tá lítið er til av nebbasild.
Kanningarnar hjá Havstovni vórðu framdar í tíðarskeiðinum frá 11. til 18. oktober.