Toskurin suðuri í Norðsjónum næstan horvin

Fiskivinna
Ein kanning, sum 350 ES-fiskimenn luttóku í fyrr í heyst, vísir, at stórur munur er á toskastovninum í syðra og norðrara parti av Norðsjónum.
 Fiskimenn, sum fiska har suðuri, siga, at minni er av toski í ár enn í fjør. Flestu teirra, sum fiska í norðara partinum, siga hinvegin, at har er meira toskur enn árið fyri.

Fiska yvir vrakum
Norski havgranskarin, Odd Smedstad, heldur, at munurin millum syðra og norðrara part av Norðsjónum skyldast, at toskurin er uppfiskaður heilt har suðuri.
Hann vísir á, at mest er at fáa í norskum øki í Norðsjónum, og har er veiðitrýstið minst.
Ein partur av veiðini har norðuri fer fram yvir vrakum, sum liggja á botninum og aðrastaðni, har ikki er atkomandi við troli.
Har norðuri verður toskurin veiddur á djúpri vatni.
Landingartøl í Noregi vísa, at nøgdirnar av toski úr Norðsjónum í ár eru størri enn í fjør. Sama er galdandi fyri Skagerak.

Toskurin gýtir ikki
Danski havbiologurin, Michael Andersen, sigur, at toskurin er hildin uppat at gýta har suðuri í Norðsjónum.
Hann heldur tí, at granskarar mugu rokna við einum nógv lægri gýtingarstovni, soleingi fiskur bara er í helvtini av økinum.
Norski granskarin, Odd Smedstad, ivast í, um veðurlagsbroytingar eru orsøkin til niðurgongdina, tí niðurgongdin byrjaði, áðrenn broytingarnar vórðu staðfestar.
- Spurningurin er nú, um vit skulu bjarga fiskinum - ella fiskimonnunum,
sigur hann.
 Sum skilst, fer ES at stuðla fiskimonnum, sum missa inntøku, tí kvoturnar verða minkaðar.